Her eru nøkur góð mið, sum tú kann royna um tú ætlar tær at fara undir fjarlestur.
Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í stórari menning. Útboðið økist alla tíðina við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu.
Flestu útbúgvingarstovnar hava nú fleiri ymisk tilboð til tey, sum ætlað sær at lesa sjálvi, tað verið seg heilar útbúgvingar ella partar av eini útbúgving
Háttirnir sum brúktir vera eru ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um beinleiðis sjálvlestur, har studenturin bara er innskrivaður og bara møtir til kravd
skeið og til próvtøku. (Tá ið próvtøkan er skriftlig kann hon takast á Fróðskaparsetrinum. Kostnaðurin er kr. 900 hvørja ferð fyri hesa tænastu
(um próvtøkan er leygardag, er gjaldið hægri). lesið meira. '
Hetta tó bert um tað ávísa universitetið gevur loyvið. Best er at fáa hesi viðurskiftini í rættlag so skjótt sum til ber.
Í øðrum førum kann undirvísingin í stóran mun vera um telduna (e-learning) tað verið seg bólkaundirvísing ella tvívegis samskiftið av ymsum slagi.
Í summum førum má studenturin møta til ávísa undirvísing í semestrinum, har td. bólkauppgávur vera gjørdar og mettar.
Hesin lestrarhátturin er sera strævin og tað krevur góða sjálvdisciplin at koma í gjøgnum. Men hann er ógvuliga fleksibul og er væl hóskandi
til eitt fjarskotið oyggjaland.
Í løtuni - 2004 - fæst ikki stuðul til hendan lestrarháttin, hvørki úr Føroyum ella Danmark, men til ber at søkja um stuðul úr privatum grunnum.
Her síggjast ymisk leinki sum kunnu vera áhugaverd hjá tí sum ætlar sær undir fjarlestur. Men spyr eisini á teimum einstøku stovnunum eftir hvørjir
møguleikar eru fyri fjarlestri.
The International Distance Course Finder
The Open University
The Open University í Skotlandi
National Extension College
Open College of Arts
Association of British Correspondence Colleges
British Council
- til fjarlestur í Bretlandi
Interactive Centre
for Distance Learning - mest í Bretlandi
London External - Skeið hjá
London University
GRADUATEGUIDE - Savn við
hentum leinkjum til fjarlestur í USA á Graduate stigi
http://www.hotcourses.com/pls/cgi-bin/track_link?linkno=5&newsl_id=647
- The National Home Study College hevur í løtuni fleiri
enn 20.000 studentar sum lesa fjarlestur
http://www.hotcourses.com/pls/cgi-bin/track_link?linkno=7&newsl_id=647
- Regent Academy hevur hópin av skeiðum fyri sjálvlesandi
http://www.hotcourses.com/pls/cgi-bin/track_link?linkno=9&newsl_id=647
BSY Group er eitt av størstu universitetunum fyri fjarlestri í Stóra Bretlandi