Altjóða Skrivstovan - J.C.Svabos gøtu 14 - Postboks 272 - e-mail: ask@ask.fo - FO 110 Tórshavn

« Heim  
Soleiðis søkir tú úr grunnum

Góð ráð, tá ið tú søkir um stuðul úr grunnum:

  • Tað er betri at søkja fáar og viðkomandi grunnar, heldur enn at senda eina rúgvu av umsóknum. Hinvegin skalt tú geva tær góðar stundir at lesa vegleiðingar og útfylla umsóknarbløðini rætt!
  • Send altíð ævilýsing/CV (Curriculum Vitae) við í umsóknini.
  • Umsóknarblaðið skal altíð brúkast tá ið slíkt er. Tað kann kanska vera eitt gott hugskot at leggja eina vanliga umsókn saman við umsóknarblaðnum. Dømi um eina umsókn sært tú her. (Brævið er á donskum)
  • Ger tær serligan ómak, tá ið umsóknarblað ikki er kravt. Legg dent á at greiða frá, hví tú ert skikkaður umsøkjari og hvussu ætlan tín er í samljóði við endamálsorðingina hjá grunninum.
  • Send altíð øll neyðug skjøl við í umsóknini. Tey kunnu t.d. vera prógv ella útskrift av próvtøkum, váttan frá universitetinum og váttan um upptøku á stovninum tú ætlar tær at lesa á í útlandinum.
  • Umsóknir eigur ikki at verða longri enn 1½ síðu. Lat tekstin vera einfaldan og lætt skiljandi. Enn einaferð - legg dent á hvussu tín er í samljóði við endamálsorðingina hjá grunninum.
  • Ger eina fíggjarætlan fyri uppihaldi í útlandinum. Tak allar inntøkur við og rokna tær meirútreiðslur sum tú hevur, av uppihaldinum í útlandinum. Dømi um eina fíggjarætlan sæst her. (á donskum)
  • Upphæddin tú søkir um, má vera eftir hvussu stóra upphædd grunnurin kann lata. Søk tí ikki um nógvan pening úr grunnum, sum bert lata lítlar upphæddir.
  • Send eisini umsóknir meðan tú ert tú í útlandinum. Tað kann jú hjálpa tær at fíggja lesturin í útlandinum
  • Um tú fært stuðul til lestur í útlandinum er stuðulin skattafríur og tu kemur ikki í kløtur við skattamyndugleikarnar, men tú skalt prógva at stuðulin er latin til lestrar uppihald í.
  • Tá ið tú ert komin heimaftur eigur tú at skriva til grunnin og takka fyri stuðulin. Greið frá hvat tú hevur fingið burturúr uppihaldinum og tí tey hava latið

 

Dømi um eina umsókn til ein grunn

Dømi um fíggjarætlan

Vegleiðing, sum EDU-Danmark hevur latið gera. Her eru fleiri hent ráð

Excel-ark sum hjálp at søkja eftir

Leita
Leita á ASK við Google
Úrvaldar Slóðir

ProFO-CMS - for the easiness of it